Leit
Loka

Føroyskt - Landspítali

Landspitalin er meginsjúkrahúsið í Íslandi við umleið 682 seingjarplássum. Á Landspítalinum eru umleið 5.200 starvsfólk og er tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum.

Banner mynd fyrir  Føroyskt - Landspítali

Upplýsing

Sýna allt

Landspítali Hringbraut

Landspitalin er eisini frálæru sjúkrahús við høgum yrkisligum førleikum ið veitir sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum stigi.

Landspitalin leggur seg eftir at gera eitt dygdargott arbeiði, eitt trygt og virðiligt umhvørvi fyri sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk. 

Sjúkrahúsið liggur miðskeiðis í Reykjavík og tí er stutt til alla tænastu.

Sjúkrahúsleiðsluni er mannað við sjúkrahússtjóra, varastjóra og fyrisitingarstjórum. 

Søguligt yvirlit

Sjúkrahússtjóri er Páll Matthíasson.

Á heimasíðini hjá Landspitalinum www.landspitali.is finnur tú m.a. upplýsingar um viðgerð, deildir og praktisk viðurskifti í samband við innlegging.

Bráðfeingishjálp - Læknahjálp gerandisdagar 

Telefon

  • Telefonnummar er 543 1000
  • Tá ringt verður á 543 1000 er møguleiki fyri ummstilling til allar deildir.

Leiðbeining á Landspitalinum við Hringbraut og Fossvogi

  • Leiðbeiningin við høvuðsinngongdina tekur sær av, at leiðbeina sjúklingum og avvarðandi á Landspitalinum.
  • Leiðbeiningin er opin kl. 08:00-20:00 í Fossvogi
  • Leiðbeiningin er opin kl. 08:00-21:00 við Hringbraut

Kort  - Google maps
Landspitalin Hringbraut
-
 Barnaspítali Hringsins
Landspitali Fossvogi
Landspitali Grensási

Landspítali Hringbraut Barnaspítali Hringsins Landspítali Fossvogi Landspítali Grensási

Vitjunartíð
Vitjunartíð er hvønn dag kl. 15:00-20:00. Kvinnudeildin kl. 18:30-20:00. Er tørvur á tí ber til at vitja sjuklingar aðrar tíðir.

Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á sjúkrahúsinum.

Rauða kross búð á Landspítala Fossvogi

Sølubúðir hjá Reyða Kross

Kvinnudeildin hjá Reyða krossi hevur tvær sølubúðir. Onnur er í forhøllini á sjúkrahúsinum í Fossvogi og hin í forhøllini á sjúkrahúsinum við Hringbraut (Kringlan).

Sølubúðinar selja allar vanligar kioskvørður ymisk breyð við viðskera gávur og blómur.

Upp og afturlatingartíðir:

  • Gerandisdagar kl. 10:00-16:00
  • Leygar og sunnudagar kl. 14:00-16:00

Sjálvsøla:

Kvinnudeildin hjá Reyða krossi hevur nakrar sjálvsølur í forhøllini á sjúkrahúsinum í Fossvogi og sjúkrahúsinum við Hringbraut (Kringlan) har ein kann keypa breyð, drykk og góðgæti.

Tey tíggju sjúklingaráðini - verð virkin luttakari í tínari viðgerð

Altjóða ávísan til heilsustarvsfólk

BRÁÐFEINGISHJÁLP:
     Tá tørvur er á bráðfeingishjálp. Ringið til:
     Tel. + 354 825 3536  Álvarsliga sjúk børn
     Tel. + 354 543 2011  Bráðfeingismóttøka

Læknahjálp, ið roknast at vera neyðug innan 1-3 dagar
Tá talan er um brádliga og versnaða sjúku, og tørvur er á læknahjálp innan 1-3 dagar, skal ein venda sær til Flæðisdeild E2. Starvsfólkið fær neyðugar upplýsingar um sjúklingin, hvørju sjúkueyðkenni sjúklingurin hevur og stutta sjúkrasøgu. Síðani fara boðini beinleiðis til vaktlæknan, ið tekur støðu til um framhaldið.

Kanning fyri MRSA
Allir sjúklingar, ið skulu til kanningar og viðgerð / innlegging á Landspitalinum skulu kannast fyri MRSA.

Sjúkraflutningstænastan
Tá ið sjúklingar skulu flytast til og frá flogfari, skal flutningur bíleggjast úr Føroyum.
Ringjast skal til Sjúkraflutningstænastuna í Reykjavík.
Tlf. 00 354 5702080
Opið er alt samdøgrið, halgidagar og um vikuskiftið.

LÆKNAHJÁLP, gerandisdagar:
     1. Ringjast kann, ella við at senda ávísingarseðil. Skrivið navn, føðingardag, bústað, telefon og ávísandi lækna á ávísingarseðilin. Eisini hvørji sjúkueyðkenni sjúklingurin hevur, sjúkrasøgu, ella hvat slag av kanning ynskt verður. Síðani verður ávísingarseðilin sendur til Flæðisdeildina (sjúklingaskrivstovan).

Flæðisdeild E2                
Sléttuvegi 2               
105 Reykjavík
Ísland
Lovísa Agnes Jónsdóttir- leiðari/ sjúklingasamskipari.
- Teldupostur: lovisaj@landspitali.is
- Tel. + 354  543 3297 / + 354  825 5186
   (mánadag til fríggjadag kl. 08:00 til 20:00)                                
- Fax.+ 354 543 5316  mánadag til fríggjadag kl. 08:00 til 20:00)

Tá ið Flæðisdeildin E2 hevur móttikið ávísingarseðilin, fara boðini beinleiðis til ávísta serlækna, ið tekur støðu til nær sjúklingurin skal kallast inn. Síðan verður innkallingarbræv sent umvegis teldupost til Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum, ella fyristøðukvinnuna á  Klaksvíkar ella Suðuroyar Sjúkrahúsi við upplýsingum um, nær sjúklingurin hevur fingið tíð til samrøðu, kanning og viðgerð/ innlegging. Hetta verður so sent til sjúklingin saman við vegleiðing og kunning. Tá ið sjúklingurin hevur gjørt avtalu við Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar ella Suðuroyar Sjúkrahús, um nær hann ynskir at ferðast, skulu øll kanningarúrslit, so sum avrit av journal, skanning, mikrosvar, patologisvar, røntgenmyndir, blóðroyndir og MRSA, sendast umvegis faks til Flæðisdeildina E2, Sléttuvegi 2, 105 Reykjavík.

     2. Ringjast kann beinleiðis, ella við at senda teldupost til ávísta serlæknan (mánadag til fríggjadag 08:00-16:00)

Serkunnleiki  Navn Teldupostyvirlit Telefonnummur
gerandisdagar
 
Onco-plastic surgery Kristján Skúli Ásgeirsson  kriskuli@landspitali.is 354 825 3554
Coronary angiografy Ingibjörg Jóna Guðmundsdóttir ig@landspitali.is 354 824 5400
Radiation therapy Jakob Jóhannsson jakobjoh@landspitali.is  354 825 5145
Vascular surgery  Elín H. Laxdal elax@landspitali.is 354 824 3554
Gynecology Elísabet Arna Helgadóttir elisabah@landspitali.is 354 543 3315
Dermatologisk deild Baldur Tumi Baldursson  baldurb@landspitali.is  354 543 6055 
Pediatrics Ragnar Bjarnason ragnarb@landspitali.is 354 825 5067
Thorasicsurgery Bjarni Torfason bjarnito@landspitali.is 354 824 5640
Heartmedicine Gestur Þorgeirsson  gesturth@landspitali.is  354 825 5093
Ear, nose and throat surgery Hannes Petersen  hpet@landspitali.is 354 824 5469
Neurosurgery Aron Björnsson aronb@landspitali.is 354 8245577
Urology Eiríkur Jónsson eirikjon@landspitali.is 354 8255047
General surgery Páll Helgi Möller  pallm@landspitali.is 354 824 5375
Pediatric surgery     Þráinn Rósmundsson     thrainn@landspitali.is 354 824 5597
Oncology  - Medicine Helgi Sigurðsson helgisi@landspitali.is 354 824 5406
Haemodialysis Runólfur Pálsson runolfur@landspitali.is 354 824 5827

Innkallingarstjórar
Skurðdepilin
- Gunnjóna S. Jensdóttir, teldupostur: gunnjona@landspitali.is
Æðraskurðviðgerð
- Marta K. Pétursdóttir, teldupostur: martakpe@landspitali.is
Hjartamyndatøka.
- Sigurlaug Magnúsdóttir, teldupostur: sigurlma@landspitali.is
Stráluviðgerð
- Svandís Matthíasdóttir, teldupostur: svandism@landspitali.is                                                                         
Kvinnuskurðviðgerð
- Majbritt Vestergaard, teldupostur: majbritt@landspitali

Kanning fyri MRSA av sjúklingum, ið skulu í viðgerð á Landspítalinum í Reykjavík
Sum áður kunnað, verða sjúklingar, ið skulu í viðgerð á Landspítalinum í Reykjavík kannaðir fyri Meticillin resistentar Staphylococcus aureus (MRSA). 

Sjúklingurin fær soljóðandi bræv frá ávísandi lækna:  

Kanning fyri MRSA
Vit skriva til tygum fyri at siga frá, at allir sjúklingar, ið skula í viðgerð á Landspítalinum í Íslandi, skulu kannast fyri eina bakteriu, ið hevur heitið MRSA. 

Fyri at tryggja, at Landspítali fær kanningarúrslitini í góðari tíð, heita vit á tygum, um at fara til komunulækna at blíva potað. Potingarnar verða gjørdar við vattpinnum í næsagluggunum, svølginum, aftanfyri kynsgøgnini og frá eksemi, um tygum hava tað. Er okkurt ólekt sár, verður potað frá tí eisini.

Kommunulæknarnir eru kunnaðir um mannagongdina, so tað er nóg mikið, at tygum upplýsa fyri læknanum, at tit skulu kannast fyri MRSA, tí at tygum skulu í viðgerð á Landspítalinum í Íslandi.

Um tygum eru í ambulantari viðgerð, verða potingarnar gjørdar í ambulatoriinum.   

MRSA eru stafylokokkar, ið hava mótstøðuføri fyri tí antibiotikanum, ið vanliga verður brúkt til  viðgerð av bruna, ið stavar frá stafylokokkum. MRSA er sera sjáldsom bæði í Íslandi og í Føroyum, og tað er just fyri at forða, at hon verður spjadd, at íslendsku heilsumydugleikarnir krevja, at fólk verða potað.

Tað er lítið hugsandi, at tygum hava hesa bakteriuna, men skuldi tað víst seg, er hon løtt at týna, men avleiðingin kann verða, at viðgerðin á Landsspitalínum verður útsett nakað. 
 
Vit fara at heita á tygum um at gera hesar kanningarnar. Potað verður frá næsagluggum, svølgi, perineum, eksemi um tað er og frá sárum. Kolpotipinnar skulu brúkast. Ein seðil skal verða fyltur út fyri hvørt potingarstað. Tað mýkir munandi um mannagongdina í rannsóknarstovuni um skriva verður á  seðlarnar: Til kanning fyri MRSA.

Utanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum

 

 

Landspítali Hringbraut

Í juni 1926 varð grundarsteinurin lagdur til sjúkrahúsið (Landspitalin) í Reykjavík, og var bygningurin liðugur 20. desember 1930.

Tað var Guðjón Samúelson byggimeistari, ið teknaði og stóð fyri byggingini. Tað tók umleið 4 ár til tað stó liðugt.

Í fyrstuni vóru bert tvær deildir, skurð- og heiliráðdeild . Tá ið sjúkrahúsið byrjaði sítt virksemi í 1931 vóru bert 92 seingjarpláss, 46 pláss á skurðdeildini og 46 pláss á heilliráðdeildini. 12 av hesum seingjarplássum vóru nýtt til barnakonur.

Í  ár 2000 vóru Landspítalin og sjúkrahúsini í Reykjavík samanløgd í eitt meginsjúkrahús, Landspítalin.

Landspitalið er frálærusjúkrahús, og lesandi í sjúkrarøkt fáa ein part av læru síni í har.

Lesandi taka lut í dagligu viðgerðini av sjúklingum, og eru altíð undir ábyrgd og fáa vegleiðing frá leiðbeinara sínum. Landspítalin er, við umleið 682 seingjarplássum og við sínum 4.500 starvsfólkum, størsta einstaka arbeiðspláss í landinum.

Landspítalin hjá lærda háskúlanum er eitt vælvirkandi og nútímans sjúkrahús, ið tekur ímóti sjúklingum úr øllum Íslandi.

Ein stórur partur av virkseminum er á  Landspítalinum við Hringbraut og Landspítalinum í Fossvogi. Harumframt eru 15 starvsøki aðra staðni í Reykjavík.

Arbeitt verður fyri løtuni við at leggja saman bráðøkið og rannsóknarøkið í nýggja Landspitalinum við Hringbraut.

Tað eru góð útlit fyri einum nýggjum sjúkrahúsi í 2017.

 

Faldarar við kunning um ymsar skurðviðgerðir og eftirfylgjandi venjingar. Faldararnir veita kunning um millum annað, bróstskurðviðgerð, lívmóðurtöku við undirlívskurði, hjartaskurðviðgerð, æðraskurðviðgerð og venjingar eftir skurðviðgerð á brósti.

 

Faldarar til sjúklingar          


     
Leiðbeining til sjúklingar, ið fara uttanlands til kanningar og viðgerð

 Kunning til sjúklingar ið skulu til serviðgerð í Íslandi - velkomin á Landspítalan
 Tey tíggju sjúklingaráðini - verð virkin luttakari í tínari viðgerð

Kvinnusjúkur


   
Bróstskurðviðgerð
 
 
 Vegleiðing um eftirviðgerð á litprikan /tatovering kring bróstvörturnar

 Lívmóðurtöka við undirlívskurði - upplýsingar til sjúklingar


 
 
 
 
 

Krabbameinssjúkur



 
 
Geislaviðgerð - upplýsingarit
 Bróstskurðviðgerð
 
 

 

Hjarta- og blóðrenslsjúkur


   
   
Myndatöka av krúnulívæðr (hjartatræðing)

 Æðratræðing
Skurðviðgerð í meginlivæðr
 

 Vánaligt gongulag (Clauticatio intermittens) vegna æðrakálking í lívæðrum í lærinum
 
 
Angiografi
 
   

Sjúkur í landræsinum 

___________________________
   
Viðgerð við nýrasteinsknúsara


 
Viðgerð við nýrasteinsknúsara í narkosu/doyving
 Nýrasteinur-ar knúsaðir undir skurðviðgerð


 

Ægissíðufoss

Upplýsingar um tónleikaframførslur, frítíðarítriv, vitjunarverd støð, útferð, handlar, peningastovnar, biograf, miðlar, veðrið, gisting, feløg og ymiskt annað.

Gisting

Sjúklingahótellið hjá Landspítalinum 
Ármúla 9
108 Reykjavík
Tlf: 543 6371 / 543 6372 
sjukrahotel@landspitali.is
/Pages/13609

Umsóknarblað til uppihald á sjúklingahotelli (pdf)

Hótel Sjómannaheimilið
Brautarholti 29
105 Reykjavík
Tlf: 568 0777
info@hotelorkin.is  
http://www.hotelorkin.is 
 
Sjómannaheimilið, Brautarholti 29

Feløg
Føroyingafelagið í Reykjavík
Tlf: 866 2321 ella 863 8905
 forrek@visir.is

Krabbameinsfélag Íslands
Skógarhlíð 8
105 Reykjavík
Tlf: 543 1900
www.krabb.is

Norðurlendskt samstarv

Sendistovan í Reykjavík
Austurstræti 12
3 hædd
101 Reykjavík
Tlf: 511 3200.
Tíðindatænasta á heimasíðuni hjá Sendistovuni
www.faroes.is
elsbah@tinganes.fo

Norræna húsið

Norræna húsið
Sturlugötu 5
101 Reykjavík
Tlf: 551 7030
www.norraenahusid.is
nh@nordice.is

Ferðasamband / Útferðir

Taxi:
Hreyfill - tlf: 588 5522
BSR - tlf: 561 000

Bygdarleiðir:
www.straeto.is

Kunning um ferðir og ferðatænastu á Íslandi:
www.visiticeland.com

Umferðarmiðstöðin

Bussar:
Umferðarmiðstøðin (BSÍ)
Vatnsmýravegi 10
101 Reykjavík
www.bsi.is

Posthús

Íslandspóstur hf
Stórhöfða 29
Reykjavík
www.postur.is
posta@posta.is

Telefon

Leita eftir navni, tlf, nummari. bústaði, bygd/býli:
www.ja.is  

!!! Ney/Hjálp - tlf: 112

Menning og list

Her kanst tú keypa atgongumerki til tónleik og onnur tiltøk:
www.midi.is

Harpa (tónleikahús)
www.harpa.is

Reykjavíkar kommuna
www.reykjavik .is

Peningastovnar

Landsbankinn
Austurstræti 11
Kundatænastan, tlf: 410 4000
www.info@landsbanki.is

Íslandsbanki
Kundatænastan, tlf: 440 4000
www.islandsbanki@islandsbanki.is

Arion banki
Borgartúni 19
Kundatænastan, tlf 444-7000
www.arionbanki@arionbanki.is 

Frítíðarítriv

Svimjing
www.sundlaugar.is

Handlar
Ein røð av handlum, ið selja alt frá gerandisvørum, og klæðum á alla familjuna:

Smáralind
Hagasmára 1
Kópavogur
www.smaralind@smaralind.is

Kringlan
Kringlunni 4-12
Reykjavík
www.kringlan@kringlan.is

Miðbýurin í Reykjavik: Laugavegur / Skólavörðustígur o.a.

Fjølmiðlar

www.visir.is
www.mbl.is
www.ruv.is

Veðrið og koyrilíkindi
www.vedur.is
www.vegir.is

Flogferðsla (komur / fráferðir)
Reykjavík - www.textavarp.is (bls. 422-423)
Keflavik - www.textavarp.is (bls. 420-421)

Stjórnarráð Ísland

www.stjornarrad.is   

www.island.is

 

 

Gott at vita

Sýna allt
Lágmynd á burst Landspítala eftir Guðmund Einarsson frá Miðdal

Tygum fáa bræv sendandi ella teldupost frá Uttanlandstænustuni í Tórshavn, har boðað verður frá, nær tygum skulu møta til samrøðu og kanningar.

Tygum møta síðani á Innskrivingarmiðstøðina 10E við Hringbraut ella á innskrivingarmiðstøðina í Fossvogi B3 har tygum tosa við ein hjálparlækna.

Hann fær upplýsingar frá tær um heilsu tína gjögnum tíðina, og journalførir teir. Hann greiðir tær frá skurðviðgerðini, og hvat tú kanst vænta tær. Neyðugar kanningar verða somuleiðis gjørdar til at meta um heilsustøðu tína.

Ein sjúkrarøktarfrøðingur greiðir frá, um fyrireiking og innlegging.

MINST TIL samleikaprógv. Taka tygum heilivág, verða tygum biðin um at taka hann við.

Tá tygum møta til innlegging                  
Á deildini tekur ein sjúkrarøktarfrøðingur ímóti tygum, og vísar tygum til rættis á stovuni.

Síðani fært tú vegleiðing um, hvussu tú kanst fyrireika teg til skurðviðgerðina og hvat tú kanst vænta tær í sambandi við hana. Tygum eru vælkomin at spyrja um øll ivamál. 

Allir sjúklingar verða kannaðir fyri blóðtrýst, puls og fepur.

Innskrivingarmiðstøðin við Hringbraut
Fyrireiking til skurðviðgerð er umráðandi. Starvsfólkið á Innskrivingarmiðstøðini fær upplýsingar um teg frá tær og upplýsir teg um viðgerðina. Neyðugar kanningar verða somuleiðis gjørdar til at meta um heilsustøðu tína og fyrireika uppihald títt á sjúkrahúsinum.

Móttøkan av innkallaðum sjúklingum fer fram á Innskrivingarmiðstøðini 10E, sum heldur til í kjallaranum á sjúkrahúsinum.

Miðstøðin er opin gerandisdagar kl. 08:00-16:00.

  • Tlf. á miðstøðini er 543 2039.

Deildarleiðari 10E er Brynja B. Gunnarsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, teldupostur: brynjagu@landspitali.is

Innskriftarmiðstöðin í Fossvogi - Ingibjörg Jónsdóttir

Innskrivingarmiðstøðin í Fossvogi

Móttøkan av innkallaðum sjúklingun fer fram á Innskrivingarmiðstøðina B3, sum liggur á 3. hædd.

Miðstøðin er opin gerandisdagar kl. 08:00-16:00.

  • Tlf. á miðstøðini er 543 2060

Deildarleiðari B3 er Sólveig Sverrisdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur.

Teldupostur: solveig@landspitali.is

Klæði

Alt til persónligt reinføri, inniskógvar, morgunkápu og lættar buksir skulu tygum hava við. Sjúkrahúsið letur undirklæðir og skjúrtur.

Pengar og virðislutir

Landspitalin kann ikki átaka sær ábyrgd av peningi og virðislutum hjá sjúklingum og avvarðandi.

Heilivág

Um tygum nýta heilivág, verða tygum biðin um at taka hann við.

Telefon

Tygum er vælkomin at hava fartelefon við. Hon skal tó vera ljóðleys og ikki  til ampa fyri onnur. Tá tygum ringja til  Føroyar, ringja tygum +00298. 

Atgongd til Internet

Tað ber til at koma út á netið ókeypis, hevur ein eina farteldu við tráðleysum internetið, ber til at brúka okkara atgongd.

Sjónvarp og útvarp

Sjónvarp er á flestum stovum og útvarp á hvørjari stovu.

Tagnarskylda

Øll starvsfólk á Landspítalinum hava tagnarskyldu í málum, sum snúgva seg um sjúklingar.

Tygum kunna tí trygt venda tygum til starvsfólkini, um tað er nakað, sum tygum vilja tosa um.

Vegna tagnarskylduna ber ikki til hjá starvsfólkunum á Landspítalinum at svara øllum spurningum frá teimum avvarðandi.

Útskriving og eftirviðgerð

Eftir útskrivingina fær lækni tygara útskrivingarbræv í THS-skipanini við frágreiðing um sjúku og viðgerð tygara, treytað av tygara tilsøgn.

Um mett verður, at tygum hava tørv á eftirviðgerð, verða tygum kunnaður um hetta innan útskriving. 

 

 

 

 

Vit skriva til tygum fyri at siga frá at allir sjúklingar ið skula í viðgerð á Landspítalinum í Íslandi skulu kannast fyri eina bakteriu ið hevur heitið MRSA. 

Fyri at tryggja, at Landspítali fær kanningarúrslitini í góðari tíð, heita vit á tygum um, at fara til komunulækna at blíva potað.

Potingarnar  verða gjørdar við vattpinnum í næsagluggunum, svølginum, aftanfyri kynsgøgnini og frá eksemi, um tygum hava tað.

Er okkurt ólekt sár, verður potað frá tí eisini.

Kommunulæknarnir eru kunnaðir um mannagongdina, so tað er nóg mikið, at tygum upplýsa fyri læknanum, at tit skulu kannast fyri MRSA, tí at tygum skulu í viðgerð á Landspítalinum í Íslandi.

Um tygum eru í ambulantari viðgerð, verða potingarnar gjørdar í ambulatoriinum. 

MRSA eru stafylokokkar, ið hava mótstøðuføri fyri tí antibiotikanum, ið vanliga verður brúkt til  viðgerð av bruna, ið stavar frá stafylokokkum.

MRSA er sera sjáldsom bæði í Íslandi og í Føroyum, og tað er just fyri at forða, at hon verður spjadd, at íslendsku heilsumydugleikarnir krevja, at fólk verða potað.

Tað er lítið hugsandi, at tygum hava hesa bakteriuna, men skuldi tað víst seg, er hon løtt at týna, men avleiðingin kann verða, at viðgerðin á Landspítalinum verður útsett nakað. 

Fysioterapeutur

Tað hevur stóran týdning, at tygum koma í gongd við venjingar beinavegin aftan á skurðviðgerðina. Meðan tygum eru innløgd/innlagdur kemur ein fysioterapeatur at hjálpa tygum við venjingum.

 

Máltíðir

Kroppurin hevur tørv á fjølbroyttum og sunnun kosti. Við sjúku missa nógv fólk matarlystin, og tí er tað umráðandi at eta og drekka. Landspitalin leggur stóran dent á, at maturin er fjølbroyttur, smakkar væl og er føðsluríkur.
Morgunmatur fyri sjúklingar verður borðreiddur kl. 08:00, døgurði kl. 12:00 og nátturði kl. 17:00. Eisini fæst kaffi og te seinnipartin og á kvøldi.

 

Avvarðandi kunnu eisini  keypa sær heitan mat og breyð við viðskera í matstovuni, sum er á 2. hædd í húsið 13 við Hringbraut.  Matstovan hjá Landspitalanum í Fossvogi er á fyrstu hædd A1. 

Matstovurnar eru opnar fyri starvsfólk og vitjandi gerandisdagar kl. 07:30-19:30.
Um vikuskifti kl. 08:45-19:30

 

 

Upp og afturlatingartíðir gerandisdagar:

 Morgunmatur  kl. 08:30-10:00
 Døgurði   kl. 11:00-13:30
 Drekka  kl. 14:30-16:00
 Nátturði  kl. 17:30-19:30 

 

Upp og afturlatingartíðir um vikuskifti:

 Morgunmatur  kl. 08:45-10:00
 Døgurði 

 kl. 11:00-13:30

 Drekka  kl. 14:30-16:00
 Nátturði  kl. 17:30-19:30 

 

Tulkatænasta

Sambært rættindi sjúklingsins, sum ikki tosar íslenskt, hevur hann rætt til tulking av upplýsingum um heilsustøðu og ætlanum viðvíkjandi viðgerð, kanning og innlegging.
Landspitalin samstarvar við tulkatænastuna Alþjóðasetur, telf. 530 9300 / 530 9304, teldupostur www.tulkun@asetur.is.
Bíðleggingar av tulki, skal verða inni í seinasta lagi í vikuni frammanundan, tulkað verður.
Tulkur skal bíleggjast á Uttanlandstænastuni.

Útskriving

Ein sjúkrarøktarfrøðingur gevur tær upplýsingar og leiðbeiningar viðvíkjandi heimferð. Tørvar tygum heilivág, fáa tygum ávísing til heilivág og somuleiðis ráðgeving um kost, rørslu og venjingar.

Í  ávísum førum skal eftirviðgerð veitast ambulant. Um mett verður, at tygum hava tørv á eftirviðgerð, verða tygum kunnaður um hetta innan útskriving.

Minst til at biðja um læknaváttan,um tú hevur brúk fyri henni.

 

Sálarrøkt og trúgv

Á Landspitalinum starvast nakrir sjúkrahúsprestar / kirkjutænarar.  Hvør prestur/kirkjutænari er tilknýttur einari deild.

Teirra uppgáva er at veita andligan og trúgarligan styrk til sjúklingar og avvarðandi. Ynskja tygum at tosa við prest, kann sjúkrarøktarstarfólkið á deildini skipa fyri hesum.

Andlát

Við deyða og og jarðarferð er so mangt, sum avvarðandi hava at hugsa um. Um tygum ynskja bønarhald ella hjálp til á annan hátt, skulu tygum tosa við sjúkrarøktarstarvfólk á deildini, um at tygum ynskja at tosa við prest, og saman avgera tit nær bønarhaldið skal verða.

Íslendska krabbameinsfelagið eigur 8 íbúðir á Rauðarárstíg 33 í Reykjavík. 

Landspítalin leigar og rekur íbúðirnar. Nútímans innbúgv og hentleikar eru í íbúðunum, so sum vaskimaskina, køliskáp við frystiboks, kaffimaskina, køksútbúnaður, dýnur, seingjarklæðir, handklæðir, dustsúgvari, sjónvarpi, útvarpi og tráðleyst internet.

Íbúðirnar eru innrættaðar við køki og stovu í einum, wc/ bað, duri, hjúnarúmi og gestarúmi.

Íbúðirnar eru nærhendis Landspítalinum og miðbýnum, tekur uml. 20-30 min. til gongu.

Kort

Leiðari er Steinunn Friðriksdóttir, ráðgevi, frá Íslendska krabbameinsfelagnum, tlf. 896 5808, teldupostur: 552 5058@internet.is.

Upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Geisladeildina 10 K á Landspitalið við Hringbraut.
Tlf.: 543 6800 ella tlf.:543 6801. 

Les meira um íbúðirnar her (pdf)

 

 

 

Við Landspítalin starvast ein sjúklingavegleiðari.

Sjúklingavegleiðarin hjálpir og vegleiðir sjúklingin og fylgjara.

Fartelefon: 824 5495


Leiðbeining til sjúklingar, ið fara uttanlands til kanningar og viðgerð
Føroyska Heilsumálaráðið hevur gjört ein bókling, ið m.a. greiðir frá gjaldinum fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur hjá sjúklingum, sum verða vístir til sjúkraviðgerð uttanlands.

Ferðaseðil
Ferðaseðilin til Ísland og heim aftur fáa tygum ókeypis.  Fyri børn undir 17 ár, fær annað foreldur somuleiðis ókeypis ferðaseðil.

Fylgjara við til sjúkuviðgerð
Sjúklingurin ferðast vanliga einsamallur til viðgerðarstaðið. 
Um yvirlækni metir, at støðan hjá sjúklinginum av heilsuávum viðførur, at hesin ikki kann ferðast einsamallur, verður heilsustarvsfólk send við sjúklinginum sum fylgjara til viðgerðarstaðið. 
Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann ein persónur- vanliga avvarðandi- verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjara. 

Sjálvboðin fylgjari
Sjúklingar kunnu tó altíð taka fylgjara við, og sjálvi bera kostnaðin. Í slíkum føri ber til at bóka ferðaseðil saman við sjúklinginum hjá Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum. 
Til ber hjá sjálvbodnum fylgjarar at bóka bústað á sjúklingahotellinum Park- inn hotell, við sjálvi at seta seg í samband við sjúklingahotellið á tlf: +354 543 6371/6372

Búgva hjá familju ella øðrum
Um tygum ynskja at búgva hjá familju ella øðrum, er eingin møguleiki at fáa endurgjald fyri hetta, heldur ikki fyri hýruvogn ímillum bústað og viðgerðarstaðið.
 
Frá bústaði/Landssjúkrahúsinum til Vágar
Landssjúkrahúsið hevur avtalu um shuttle service til og av flogvøllinum, galdandi fyri sjúklingar og avvarðandi sum sjúkrahúsið hevur játtað sum fylgjara. Fólk verða heinta á teirra bústaði. Sí faldara her.
Koyring til og av flogvøllinum (pdf)
Um ein ynskir at brúka bygdaleiðir, endurrindar Landssjúkrahúsið rutugjald frá busssteðgiplássi næst heimstaðnum til flogvøllin og heim aftur.

Heimferð
Um gjørligt verður heimferðadagur ásettur áðrenn fráferð úr Føroyum. Er ferðaseðilin opin, skal heimferð avtalast við Uttanlandstænastuna.

Uttalandstænastan
Tlf. 304500 lokal 1150, 1151, 1152
Telefontíð er mánadag til fríggjadag kl. 08:00-12:00
Leiðari er Hergerð Heldarskarð, sjúkraröktarfrøðingur hergerd@ls.fo

Klaksvíkar Sjúkrahús
Skrivstovan hjá fyristöðukvinnuni
Tlf. 454545
Telefontíð er mánadag til fríggjadag kl. 09:00-15:00
Leiðari er Jona Nielsen, sjúkraröktarfrøðingur.

Frá Vágum til busstaðin
Landssjúkrahúsið endurrindar ferðaseðil frá Vágunum til busssteðgipláss næst heimstaðnum.

Endurgjald
Tá tú ert komin heimaftur, skal tú senda ferðaseðlar/kvittanir við flutningsseðlinum til Fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum. Bókhaldið sendir tær peningin ið lóg/kunngerð heimilar. 

At hugsa um innan fráferð
Áðrenn tygum fara til Ísland er gott at hugsa um:
- sjúkraváttan til arbeiðsstað ella Almannastovuna
- útreiðslur, ið skulu gjaldast hvønn mánað, t.d. olja, SEV, termin, o.fl.
- pass ella koyrikort (um tygum hava tørv fyri at fara í peningastovn)

 

Apotek og endurgjald fyri heilivág
Apotekið í Føroyum samstarvar við Landspitala apotekið, sum liggur í kjallarinum á sjúkrahúsinum. Tygum skulu brúka hettar apotekið, um eingin onnur avtala er. Almannastovan kann lata stuðul til heilivág og líknandi.
Er tað so, at sjúklingar mugu keypa heilivág uttanlands, sum stuðul longu er játtaður til, so fáa tey kostnaðin endurrindaðan.
Apotekið er opið kl. 08:00-15:30.

 

Færeyjar

Uttanlandstænastan (sjúklingaskrivstovan)            
Landssjúkrahúsið                                                                                    
JC. Svabosgøta                                                                                     
100 Tórshavn                                                                                     
Føroyar                                                                                    
Tlf. 304500, lokal 1150/1151/1152                                                                                      
Teldupostur: hergerd@ls.fo 

Klaksvíkar Sjúkrahús
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Tlf. 454545
Fax: 457824
T-Post: ks@ks.fo
fyristodukvinna@ks.fo

Føroya Felag móti Krabbameini
Grønlandsvegur 58.
Tlf: 317959
www.krabbamein.fo
 ffk@olivant.fo

Hjartafelagið Føroyar
www.hjartafelag.fo

 

 

 

Atlantic Airways
Vága Floghavn
Tlf: 341010.
booking@atlantic.fo
www.atlantic.fo

Deildir

Sýna allt
Starvsfolk á Kvinnudeild 21A

Kvinnudeildin er ein fjølbroytt deild við ymiskum skurðviðgerðum. Deildin er ein skurðdeild við serkunnleika í gynækologi, onkologi og endokrinologi. Deildin er eisini ein serdeild í bróstskurðviðgerðum, skurðviðgerð fyri bróstkrabba, plastikskurðviðgerð, uppafturbygging av brósti og aðrar bróstatrupulleikar. Deildin er seingjardeild, sum veitir kanning, viðgerð og røkt til sjúklinga, sum verða innlagdir ella bráðfeingishjálp.

Á deildini er eisini ein bráðfeingis móttøka, sum tekur sær av ambulantum viðgerðum, kanning og eftirviðgerð. Móttøkan heldur til í forhøllini á Kvinnudeildini, hon er opin gerandisdagar kl. 08:00-16:00.
Tlf. á deildini er 543 3266/3265.

Kvinnudeildin 21A leggur stóran dent á at veita frálæru, stuðul og umsorgan til bæði sjúklingin og tey avvarðandi.

Kvinnudeildin veitir viðgerð, kanning og røkt innan hesar sergreinar:

  • Bróstaskurðviðgerð
  • Lívmóðurtøku
  • Kílaskurðviðgerð
  • Kikaraskurðviðgerð
  • Kikarakanning
  • Útskraving
  • Framfall
  • TVT

Deildin hevur 24 seingjarpláss.  Hon er opin alt samdøgrið frá mánamorgun kl. 08:00 til fríggjakvøld kl. 20:00.

Tlf. á deildini er 543 3263 / 543 3264.

Kvinnudeildin er tann hvíti bygningurin við síðuna av høvuðsbygninginum við Hringbraut. Deildin liggur á 1. hædd.

Deildarleiðari er Hrund Magnusdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, teldupostur: hrundmag@landspitali.is
Tlf. 543 3041.
Yvirlækni er Kristín Jónsdóttir, teldupostur: kjonsd@landspitali.is

Vitjunartíð er kl. 18:30-20:00

 

Tattútæki á göngudeild 10E

Á bróstkrabbaambulatoriinum 10E, sum heldur til í kjallarinum á sjúkrahúsinum, verður ein stórur partur av tí endanliga arbeiðinum við endurgerðini, so sum ífyllan av saltvatni í bróstprotesur, nýggjar bróstvørtur við húð ella við øðrum vevnaði og litprikan/tatovering.

Ein sjúkrarøktarfrøðingur, við serkunnleika innan litprikan/tatovering, litprikar húðina kring vørtuna.

Vegleiðing um eftirviðgerð á litprikan / tatovering kring bróstvørturnar (pdf)

Lyf að renna í æð

Krabbameinsdeild 11B er ein fjølbroytt deild, sum tekur sær av sjúklingum, ið ikki skulu innleggjast, men koma til eina ambulanta viðgerð.

Hetta eru sjúklingar sum koma til eftirviðgerð aftan á innlegging. Deildin hevur serkunnleika inna krabbameinssjúkur og blóðsjúkur. 

Á deildina koma sjúklingar til kemoviðgerð, trupulleikar við pínu, blóðmangul ella mangul uppá vætu.

Á deildini starvast serlæknar í krabbameins- og blóðsjúkum, sjúkrarøktafrøðingar, sjúkrahjálparar og skrivarar.

Deildin hevur gott samstarv við presta/kirkjutænara og sálarfrøðinga. Teirra uppgáva er at veita andliga- og trúarliga styrki til sjúklinga og tey avvarðandi.

Á krabbameinsdeildini er stórur dentur lagdur á, at sjúklingurin og avvarðandi fáa eina góða og trygga tænastu, at sjúklingurin fær bestu viðgerð, verður kunnaður um sjúku og trupulleikar, ið kunna standast av viðgerðini, og at sjúklingurin og avvarðandi er miðdepilin í arbeiðinum á deildini.

Um trupulleikar taka seg upp, ella tygum ivast í onkrum, eru tygum vælkomin at ringja á deildina.

Krabbameinsdeildin 11B heldur til á 1. hædd í høvuðsbygninginum við Hringbraut, í C og B vongi. Deildin er opin gerandisdagar kl. 08:00-16:00.

Tlf á deildini er 543 6130 og 543 6100

Deildarleiðari er Gunnhildur Magnúsdóttir, sjúkrarøktafrøðingur, teldupostur: gunnmag@landspitali.is
Yvirlækni í krabbameinssjúkum er Helgi Sigurðsson, teldupostur: helgisi@landspitali.is
Yvirlækni í blóðsjúkum er Hlíf Steingrimsdóttir, teldupostur: hlifst@landspitali.is.

 
Línuhraðall

Geisladeildin 10K er ein fjölbroytt deild, við serkunnleika innan stráluviðgerð. Deildin tekur sær av sjúklingum, ið ikki skulu innleggjast, men sum koma til eina ambulanta viðgerð. 

Geisladeildin er ein sera týdningarmikil partur av krabbameinsviðgerðini. Umleið 50% av teimum, ið hava fingið krabbamein fáa stráluviðgerð onkutíð í viðgerðartíðini.

Á Geisladeildini taka tey sær av allari fyrireiking áðrenn geislaviðgerðina, sjúkrarøkt og vegleiðing frá læknanum, har sjúklingurin er í viðgerð.

Sjúkrarøktarfólkið leggur stóran dent á sjúkrarøktina hjá hvørjum einstøkum sjúklingi. Hvør sjúkrarøktarfrøðingur hevur ávíst tal av sjúklingum at taka sær av, og fylgir sjúklingi frá fyrsta degi til seinasta dag.

Sjúkrarøktarfrøðingurin vegleiðir og kunnar sjúkling um alt, ið hann hevur tørv á at vita, viðgerðina og trupulleikar ið kunna standast av viðgerðini.

Sjúklingurin og avvarðandi eru miðdepilin í arbeiðinum á deildini.

Um trupulleikar taka seg upp, ella tygum ivast í onkrum, eru tygum vælkomin at ringja á deildina.

Geisladeildin 10K heldur til í K-bygninginum við Hringbraut.
Deildin er opin gerandisdagar kl. 08:00-15:30.

  • Tlf á deildini er 543 6800 og 543 6801

Deildarleiðari er Guðrún Sigurðardóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, teldupostur: gudrusig@landspitali.is
Yvirlækni er Jakob Jóhannsson, teldupostur: jakobjoh@landspitali.is

 

Hjartaþræðing

Vanligasta hjartasjúkan kemur av æðrakálking i krúnulívæðrunum, sum veita blóð til sjálvan hjartavøddan. Um blóðrenslið tippist í einari krúnulívæðr, fær ein blóðtøpp í hjarta. 

Á hjartatræðingarstovuni eru gjørdar kanningar og viðgerð á krúnulívæðrunum. Deildin tekur sær eisini av sjúklingum ið skulu innleggjast.

Hjartatræðingarstovan veitir viðgerð, kanningar og røkt innan hesar sergreinar:

  • Myndatøka af krunulívæðrum
  • Ballón víðkan
  • Ísetan av hjartakvikil

Hjartatræðingarstovan 10W heldur til í kjallaranum á sjúkrahúsinum við Hringbraut.
Deildin er opin alt samdøgrið.
Tlf. á deildini er 543 8085

Deildarleiðari er Sigurlaug Magnúsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, teldupostur sigurlma@landspitali.is
Yvirlækni er Ingibjörg Jóna Guðmundsdóttir, teldupostur

Fyri at koma til kanning ella viðgerð, krevst ávísan frá sjúkrahúslækna, serlækna ella kommunulækna.

Innkallingarstjórar eru Sigurlaug Magnúsdóttir og Guðrún Valgeirsdóttir.  Tær taka sær av, at innkalla sjúklingar.

  • Telefontíðin er mikudag og fríggjadag kl. 13:00-15:00
  • Tlf.  er 543 6422

 

Á skurðstofu

Æðraskurdeildin A4 í Fossvogi er ein fjølbroytt deild við serkunnleika innan blóðrenslusjúkur.

Deildin tekur sær av sjúklingum ið eru innkallaðir, og sjúklingum sum gerast brádliga álvarsliga sjúkir. 

Æðraskurðdeildin kannar, viðgerð og røktar sjúklingar innan hesar sergreinar:

  • Æðraskurðviðgerðir t.d. æðraknútaskurðviðgerð og viðgerð á æðrum í hálsi
  • Æðrakaterisation (Angiografi)

Æðraskurdeildin A4 heldur til á 4. hædd á sjúkrahúsinum í Fossvogi. Deildin er opin alt samdøgrið.

Deildarleiðari er Ingibjörg Nielsen, sjúkrarøktarfrøðingur, teldupostur: ingibnie@landspitali.is

Yvirlækni er Lilja þ. Bjørnsdóttir, teldupostur: liljabjo@landspitali.is

Skurðambulatoriið A5 í Fossvogi:

Skurðambulatoriið tekur sær av ambulantum viðgerðum.

Deildin heldur til á 5. hædd á sjúkrahúsinum í Fossvogi.

Deildin er opin alla gerandisdagar kl. 07:00-22:00

 

Hjartagátt á Landspítala Hringbraut

Hjartagátt er ein fjølbroytt deild við serkunnleika innan hjarta-og blóðsjúkum. 

Deildin er ein bráðfeingisdeild og eitt Ambulatoriium fyri hjartasjúklinga, har sjúklingurin fær viðgerð røkt og upplýsingar um fyribyrgingar av hjartasjúkum.

Á deildin er eisini ein innskrivingarmiðstøð, ið tekur sær av sjúklingum ið skulu innleggjast í myndatøku á krúnulívæðrum.

Hjartagátt 10D heldur til í kjallaranum á sjúkrahúsinum við Hringbraut.

Deildin er opin alt samdøgrið frá mánamorgun kl. 08:00 til fríggjakvöld kl. 20:00

  • Tlf. á deildini er 543 2050

Deildarleiðari er Björg Sigurðardóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, teldupostur: bjorgsig@landspitali.is

Yvirlækni er Karl Andersen, teldupostur: andersen@landspitali.is

Var efnið hjálplegt?
Takk fyrir
Af hverju ekki?