Føroyskt - Landspítali

Landspítali Hringbraut

 

Landspitalin er meginsjúkrahúsið í Íslandi við umleið 682 seingjarplássum. Á Landspítalinum eru umleið 4.500 starvsfólk og er tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Landspitalin er eisini frálæru sjúkrahús við høgum yrkisligum førleikum ið veitir sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum stigi. Landspitalin leggur seg eftir at gera eitt dygdargott arbeiði, eitt trygt og virðiligt umhvørvi fyri sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk. 
Sjúkrahúsið liggur miðskeiðis í Reykjavík og tí er stutt til alla tænastu. Sjúkrahúsleiðsluni er mannað við sjúkrahússtjóra, varastjóra og fyrisitingarstjórum. 
Søguligt yvirlit

Sjúkrahússtjóri er Páll Matthíasson.

Á heimasíðini hjá Landspitalinum www.landspitali.is finnur tú m.a. upplýsingar um viðgerð, deildir og praktisk viðurskifti í samband við innlegging.

Bráðfeingishjálp - Læknahjálp gerandisdagar 

Telefon

  • Telefonnummar er 543 1000
    - Tá ringt verður á 543 1000 er møguleiki fyri ummstilling til allar deildir.

Leiðbeining á Landspitalinum við Hringbraut og Fossvogi

  • Leiðbeiningin við høvuðsinngongdina tekur sær av, at leiðbeina sjúklingum og avvarðandi á Landspitalinum.
  • Leiðbeiningin er opin kl. 08:00-20:00 í Fossvogi
  • Leiðbeiningin er opin kl. 08:00-21:00 við Hringbraut

Kort  - Google maps
Landspitalin Hringbraut
-
 Barnaspítali Hringsins
Landspitali Fossvogi
Landspitali Grensási

Landspítali Hringbraut Barnaspítali Hringsins Landspítali Fossvogi Landspítali Grensási

Vitjunartíð
Vitjunartíð er hvønn dag kl. 15:00-20:00. Kvinnudeildin kl. 18:30-20:00. Er tørvur á tí ber til at vitja sjuklingar aðrar tíðir.

Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á sjúkrahúsinum.

Rauða kross búð á Landspítala Fossvogi

Sølubúðir hjá Reyða Kross

Kvinnudeildin hjá Reyða krossi hevur tvær sølubúðir. Onnur er í forhøllini á sjúkrahúsinum í Fossvogi og hin í forhøllini á sjúkrahúsinum við Hringbraut (Kringlan). Sølubúðinar selja allar vanligar kioskvørður ymisk breyð við viðskera gávur og blómur.
Upp og afturlatingartíðir:
-Gerandisdagar kl. 10:00-16:00
-Leygar og sunnudagar kl. 14:00-16:00

Sjálvsøla:
Kvinnudeildin hjá Reyða krossi hevur nakrar sjálvsølur í forhøllini á sjúkrahúsinum í Fossvogi og sjúkrahúsinum við Hringbraut (Kringlan) har ein kann keypa breyð, drykk og góðgæti.