Ferð og uppihald


Leiðbeining til sjúklingar, ið fara uttanlands til kanningar og viðgerð
Føroyska Heilsumálaráðið hevur gjört ein bókling, ið m.a. greiðir frá gjaldinum fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur hjá sjúklingum, sum verða vístir til sjúkraviðgerð uttanlands.

Ferðaseðil
Ferðaseðilin til Ísland og heim aftur fáa tygum ókeypis.  Fyri børn undir 17 ár, fær annað foreldur somuleiðis ókeypis ferðaseðil.

Fylgjara við til sjúkuviðgerð
Sjúklingurin ferðast vanliga einsamallur til viðgerðarstaðið. 
Um yvirlækni metir, at støðan hjá sjúklinginum av heilsuávum viðførur, at hesin ikki kann ferðast einsamallur, verður heilsustarvsfólk send við sjúklinginum sum fylgjara til viðgerðarstaðið. 
Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann ein persónur- vanliga avvarðandi- verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjara. 

Sjálvboðin fylgjari
Sjúklingar kunnu tó altíð taka fylgjara við, og sjálvi bera kostnaðin. Í slíkum føri ber til at bóka ferðaseðil saman við sjúklinginum hjá Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum. 
Til ber hjá sjálvbodnum fylgjarar at bóka bústað á sjúklingahotellinum Park- inn hotell, við sjálvi at seta seg í samband við sjúklingahotellið á tlf: +354 543 6371/6372

Búgva hjá familju ella øðrum
Um tygum ynskja at búgva hjá familju ella øðrum, er eingin møguleiki at fáa endurgjald fyri hetta, heldur ikki fyri hýruvogn ímillum bústað og viðgerðarstaðið.

Frá bústaði/Landssjúkrahúsinum til Vágar
Landssjúkrahúsið hevur avtalu um shuttle service til og av flogvøllinum, galdandi fyri sjúklingar og avvarðandi sum sjúkrahúsið hevur játtað sum fylgjara. Fólk verða heinta á teirra bústaði. Sí faldara her.
Koyring til og av flogvøllinum (pdf)
Um ein ynskir at brúka bygdaleiðir, endurrindar Landssjúkrahúsið rutugjald frá busssteðgiplássi næst heimstaðnum til flogvøllin og heim aftur.

Heimferð
Um gjørligt verður heimferðadagur ásettur áðrenn fráferð úr Føroyum. Er ferðaseðilin opin, skal heimferð avtalast við Uttanlandstænastuna.

Uttalandstænastan
Tlf. 304500 lokal 1150, 1151, 1152
Telefontíð er mánadag til fríggjadag kl. 08:00-12:00
Leiðari er Hergerð Heldarskarð, sjúkraröktarfrøðingur hergerd@ls.fo

Klaksvíkar Sjúkrahús
Skrivstovan hjá fyristöðukvinnuni
Tlf. 454545
Telefontíð er mánadag til fríggjadag kl. 09:00-15:00
Leiðari er Jona Nielsen, sjúkraröktarfrøðingur.

Frá Vágum til busstaðin
Landssjúkrahúsið endurrindar ferðaseðil frá Vágunum til busssteðgipláss næst heimstaðnum.

Endurgjald
Tá tú ert komin heimaftur, skal tú senda ferðaseðlar/kvittanir við flutningsseðlinum til Fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum. Bókhaldið sendir tær peningin ið lóg/kunngerð heimilar. 

At hugsa um innan fráferð
Áðrenn tygum fara til Ísland er gott at hugsa um:
- sjúkraváttan til arbeiðsstað ella Almannastovuna
- útreiðslur, ið skulu gjaldast hvønn mánað, t.d. olja, SEV, termin, o.fl.
- pass ella koyrikort (um tygum hava tørv fyri at fara í peningastovn)

Apotek og endurgjald fyri heilivág
Apotekið í Føroyum samstarvar við Landspitala apotekið, sum liggur í kjallarinum á sjúkrahúsinum. Tygum skulu brúka hettar apotekið, um eingin onnur avtala er. Almannastovan kann lata stuðul til heilivág og líknandi.
Er tað so, at sjúklingar mugu keypa heilivág uttanlands, sum stuðul longu er játtaður til, so fáa tey kostnaðin endurrindaðan.
Apotekið er opið kl. 08:00-15:30.