Á sjúkrahúsinum

Fysioterapeutur

Tað hevur stóran týdning, at tygum koma í gongd við venjingar beinavegin aftan á skurðviðgerðina. Meðan tygum eru innløgd/innlagdur kemur ein fysioterapeatur at hjálpa tygum við venjingum.

Máltíðir

Kroppurin hevur tørv á fjølbroyttum og sunnun kosti. Við sjúku missa nógv fólk matarlystin, og tí er tað umráðandi at eta og drekka. Landspitalin leggur stóran dent á, at maturin er fjølbroyttur, smakkar væl og er føðsluríkur.
Morgunmatur fyri sjúklingar verður borðreiddur kl. 08:00, døgurði kl. 12:00 og nátturði kl. 17:00. Eisini fæst kaffi og te seinnipartin og á kvøldi.

 

Avvarðandi kunnu eisini  keypa sær heitan mat og breyð við viðskera í matstovuni, sum er á 2. hædd í húsið 13 við Hringbraut.  Matstovan hjá Landspitalanum í Fossvogi er á fyrstu hædd A1. 

Matstovurnar eru opnar fyri starvsfólk og vitjandi gerandisdagar kl. 07:30-19:30.
Um vikuskifti kl. 08:45-19:30

 

Matsalur á Landspítala Hringbraut

Upp og afturlatingartíðir gerandisdagar:

 Morgunmatur  kl. 08:30-10:00
 Døgurði   kl. 11:00-13:30
 Drekka  kl. 14:30-16:00
 Nátturði  kl. 17:30-19:30 

 

Upp og afturlatingartíðir um vikuskifti:

 Morgunmatur  kl. 08:45-10:00
 Døgurði 

 kl. 11:00-13:30

 Drekka  kl. 14:30-16:00
 Nátturði  kl. 17:30-19:30 

 

Tulkatænasta

Sambært rættindi sjúklingsins, sum ikki tosar íslenskt, hevur hann rætt til tulking av upplýsingum um heilsustøðu og ætlanum viðvíkjandi viðgerð, kanning og innlegging.
Landspitalin samstarvar við tulkatænastuna Alþjóðasetur, telf. 530 9300 / 530 9304, teldupostur www.tulkun@asetur.is.
Bíðleggingar av tulki, skal verða inni í seinasta lagi í vikuni frammanundan, tulkað verður.
Tulkur skal bíleggjast á Uttanlandstænastuni.

Útskriving

Ein sjúkrarøktarfrøðingur gevur tær upplýsingar og leiðbeiningar viðvíkjandi heimferð. Tørvar tygum heilivág, fáa tygum ávísing til heilivág og somuleiðis ráðgeving um kost, rørslu og venjingar. Í  ávísum førum skal eftirviðgerð veitast ambulant. Um mett verður, at tygum hava tørv á eftirviðgerð, verða tygum kunnaður um hetta innan útskriving. Minst til at biðja um læknaváttan,um tú hevur brúk fyri henni.

Kapella á Landakoti

Sálarrøkt og trúgv

Á Landspitalinum starvast nakrir sjúkrahúsprestar / kirkjutænarar.  Hvør prestur/kirkjutænari er tilknýttur einari deild. Teirra uppgáva er at veita andligan og trúgarligan styrk til sjúklingar og avvarðandi. Ynskja tygum at tosa við prest, kann sjúkrarøktarstarfólkið á deildini skipa fyri hesum.

Andlát

Við deyða og og jarðarferð er so mangt, sum avvarðandi hava at hugsa um. Um tygum ynskja bønarhald ella hjálp til á annan hátt, skulu tygum tosa við sjúkrarøktarstarvfólk á deildini, um at tygum ynskja at tosa við prest, og saman avgera tit nær bønarhaldið skal verða.