Innskrivning

Lágmynd á burst Landspítala eftir Guðmund Einarsson frá Miðdal

Tygum fáa bræv sendandi ella teldupost frá Uttanlandstænustuni í Tórshavn, har boðað verður frá, nær tygum skulu møta til samrøðu og kanningar.
Tygum møta síðani á Innskrivingarmiðstøðini 10E við Hringbraut ella á innskrivingarmiðstøðini í Fossvogi G3 har tygum tosa við ein hjálparlækna. Hann fær upplýsingar frá tær um heilsu tína gjögnum tíðina, og journalførir teir. Hann greiðir tær frá skurðviðgerðini, og hvat tú kanst vænta tær. Neyðugar kanningar verða somuleiðis gjørdar til at meta um heilsustøðu tína. Ein sjúkrarøktarfrøðingur greiðir frá, um fyrireiking og innlegging.
MINST TIL samleikaprógv. Taka tygum heilivág, verða tygum biðin um at taka hann við.

Tá tygum møta til innlegging                  
Á deildini tekur ein sjúkrarøktarfrøðingur ímóti tygum, og vísar tygum til rættis á stovuni. Síðani fært tú vegleiðing um, hvussu tú kanst fyrireika teg til skurðviðgerðina og hvat tú kanst vænta tær í sambandi við hana. Tygum eru vælkomin at spyrja um øll ivamál.
Allir sjúklingar verða kannaðir fyri blóðtrýst, puls og febur.

Innskrivingarmiðstøðin við Hringbraut
Fyrireiking til skurðviðgerð er umráðandi. Starvsfólkið á Innskrivingarmiðstøðini fær upplýsingar um teg frá tær og upplýsir teg um viðgerðina. Neyðugar kanningar verða somuleiðis gjørdar til at meta um heilsustøðu tína og fyrireika uppihald títt á sjúkrahúsinum.
Móttøkan av innkallaðum sjúklingum fer fram á Innskrivingarmiðstøðini 10E, sum heldur til í kjallarinum á sjúkrahúsinum.
Miðstøðin er opin gerandisdagar kl. 08:00-16:00.
Tlf. á miðstøðini er 543 2039.
Deildarleiðari 10E er Brynja B. Gunnarsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, teldupostur: brynjagu@landspitali.is

Innskriftarmiðstöðin í Fossvogi - Ingibjörg Jónsdóttir

Innskrivingarmiðstøðin í Fossvogi
Móttøkan av innkallaðum sjúklingun fer fram á Innskrivingarmiðstøðini B3, sum liggur á 3. hædd, inngongdin er á Skaða- og bráðfeingisdeildini (bráðamóttaka).
Miðstøðin er opin gerandisdagar kl. 08:00-16:00.
Tlf. á miðstøðini er 543 2060
Deildarleiðari B3 er Ingibjørg Jónsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur.
Teldupostur: ingibjoj@landspitali.is

Klæði
Alt til persónligt reinføri, inniskógvar, morgunkápu og lættar buksir skulu tygum hava við. Sjúkrahúsið letur undirklæðir og skjúrtur.

Pengar og virðislutir
Landspitalin kann ikki átaka sær ábyrgd av peningi og virðislutum hjá sjúklingum og avvarðandi.

Heilivág
Um tygum nýta heilivág, verða tygum biðin um at taka hann við.

Telefon og telda
Tygum er vælkomin at hava fartelefon við. Hon skal tó vera ljóðleys og ikki  til ampa fyri onnur. Tá tygum ringja til  Føroyar, ringja tygum fyrst 00298. Tað ber til at koma út á netið ókeypis, hevur ein eina farteldu við tráðleysum internetið, ber til at brúka okkara atgongd.

Sjónvarp og útvarp
Sjónvarp er á flestum stovum og útvarp á hvørjari stovu.