Heilsustarvsfólk
Gildi Landspitala: Nærlagni - Yrkiskunnleiki - Tryggleiki - Framvøkstur
Landspítalin er meginsjúkrahúsið í Íslandi og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum.
Landspitalin er ein lærdur háskúli við högum yrkisligum førleikun, ið veitir eina góða heilsutænastu á høgum støði.
Landspitalin leggur seg eftir at gera eitt dygdargott arbeiði, eitt trygt og virðiligt umhvørvi fyri sjuklinga, avvarðandi og starvsfólk.
Søguligt yvirlit
Altjóða ávísan til heilsustarvsfólk
BRÁÐFEINGISHJÁLP:
Tá tørvur er á bráðfeingishjálp. Ringið til:
Tel. + 354 825 3536 Álvarsliga sjúk børn
Tel. + 354 543 2011 Bráðfeingismóttøka
Læknahjálp, ið roknast at vera neyðug innan 1-3 dagar
Tá talan er um bráðliga og versnaða sjúku, og tørvur er á læknahjálp innan 1-3 dagar, skal ein venda sær til Flæðisdeild E2. Starvsfólkið fær neyðugar upplýsingar um sjúklingin, hvørju sjúkueyðkenni sjúklingurin hevur og stutta sjúkrasøgu. Síðani fara boðini beinleiðis til vaktlæknan, ið tekur stöðu til um framhaldið.
Kanning fyri MRSA
Allir sjúklingar, ið skulu til kanningar og viðgerð / innlegging á Landspitalinum skulu kannast fyri MRSA.
Sjúkraflutningstænastan
Tá ið sjúklingar skulu flytast til og frá flogfari, skal flutningur bíleggjast úr Føroyum.
Ringjast skal til Sjúkraflutningstænastuna í Reykjavík.
Tlf. 00 354 5702080
Opið er alt samdøgrið, halgidagar og um vikuskiftið.
LÆKNAHJÁLP, gerandisdagar:
1. Ringjast kann, ella við at senda ávísingarseðil. Skrivið navn, føðingardag, bústað, telefon og ávísandi lækna á ávísingarseðilin. Eisini hvørji sjúkueyðkenni sjúklingurin hevur, sjúkrasøgu, ella hvat slag av kanning ynskt verður. Síðani verður ávísingarseðilin sendur til Flæðisdeildina (sjúklingaskrivstovan).
| Flæðisdeild E2 Sléttuvegi 2 105 Reykjavík Ísland |
Dagbjört Þyri Þorvarðardóttir- leiðari/ sjúklingasamskipari. - Teldupostur: dthyri@landspitali.is - Tel. + 354 543 9309 / + 354 824-5943 (mánadag til fríggjadag kl. 08:00 til 20:00) - Fax.+ 354 543 5316 mánadag til fríggjadag kl. 08:00 til 20:00) |
Tá ið Flæðisdeildin E2 hevur móttikið ávísingarseðilin, fara boðini beinleiðis til ávísta serlækna, ið tekur støðu til nær sjúklingurin skal kallast inn. Síðan verður innkallingarbræv sent umvegis teldupost til Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum, ella fyristøðukvinnuna á Klaksvíkar ella Suðuroyar Sjúkrahúsi við upplýsingum um, nær sjúklingurin hevur fingið tíð til samrøðu, kanning og viðgerð/ innlegging. Hetta verður so sent til sjúklingin saman við vegleiðing og kunning. Tá ið sjúklingurin hevur gjørt avtalu við Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar ella Suðuroyar Sjúkrahús, um nær hann ynskir at ferðast, skulu øll kanningarúrslit, so sum avrit av journal, skanning, mikrosvar, patologisvar, røntgenmyndir, blóðroyndir og MRSA, sendast umvegis faks til Flæðisdeildina E2.
2. Ringjast kann beinleiðis, ella við at senda teldupost til ávísta serlæknan (mánadag til fríggjadag 08:00-16:00)
| Serkunnleiki | Navn | Teldupostyvirlit | Telefonnummur gerandisdagar |
| Onco-plastic surgery | Kristján Skúli Ásgeirsson | kriskuli@landspitali.is | 354 825 3554 |
| Coronary angiografy | Davíð O. Arnar | davidar@landspitali.is | 354 824 5704 |
| Radiation therapy | Jakob Jóhannsson | jakobjoh@landspitali.is | 354 825 5145 |
| Vascular surgery | Helgi H. Sigurðsson | helgihs@landspitali.is | 354 825 3817 |
| Gynecology | Elísabet Arna Helgadóttir | elisabah@landspitali.is | 354 543 3315 |
| Dermatologisk deild | Baldur Tumi Baldursson | baldurb@landspitali.is | 354 543 6055 |
| Pediatrics | Ragnar Bjarnason | ragnarb@landspitali.is | 354 825 5067 |
| Thorasicsurgery | Bjarni Torfason | bjarnito@landspitali.is | 354 824 5640 |
| Heartmedicine | Gestur Þorgeirsson | gesturth@landspitali.is | 354 825 5093 |
| Ear, nose and throat surgery | Hannes Petersen | hpet@landspitali.is | 354 824 5469 |
| Neurosurgery | Aron Björnsson | aronb@landspitali.is | 354 8245577 |
| Urology | Eiríkur Jónsson | eirikjon@landspitali.is | 354 8255047 |
| General surgery | Páll Helgi Möller | pallm@landspitali.is | 354 824 5375 |
| Pediatric surgery | Þráinn Rósmundsson | thrainn@landspitali.is | 354 824 5597 |
| Oncology - Medicine | Halla Skúladóttir | hallasku@landspitali.is | 354 825 3658 |
| Haemodialysis | Runólfur Pálsson | runolfur@landspitali.is |
354 824 5827 |
Innkallingarstjórar
Skurðdepilin
- Gunnjóna S. Jensdóttir, teldupostur: gunnjona@landspitali.is
Æðraskurðviðgerð
- Marta K. Pétursdóttir, teldupostur: martakpe@landspitali.is
Hjartamyndatøka.
- Sigurlaug Magnúsdóttir, teldupostur: sigurlma@landspitali.is
Stráluviðgerð
- Svandís Matthíasdóttir, teldupostur: svandism@landspitali.is
Kvinnuskurðviðgerð
- Majbritt Vestergaard, teldupostur: majbritt@landspitali
Kanning fyri MRSA av sjúklingum, ið skulu í viðgerð á Landspítalinum í Reykjavík
Sum áður kunnað, verða sjúklingar, ið skulu í viðgerð á Landspítalinum í Reykjavík kannaðir fyri Meticillin resistentar Staphylococcus aureus (MRSA). Vit hava nú fingið boð frá Landspítalinum, at eisini tey, ið eru í fylgju við sjúklinginum til Landspítalið, skulu kannast fyri MRSA.
Sjúklingurin fær soljóðandi bræv frá ávísandi lækna:
Kanning fyri MRSA
Vit skriva til tygum fyri at siga frá, at allir sjúklingar, ið skula í viðgerð á Landspítalinum í Íslandi, skulu kannast fyri eina bakteriu, ið hevur heitið MRSA. Avvarðandi, ið fara í fylgju við tygum til Íslands skulu eisini kannast fyri MRSA.
Fyri at tryggja, at Landspítali fær kanningarúrslitini í góðari tíð, heita vit á tygum og tann ella tey avvarðandi, ið fara at fylgjast við tygum, um at fara til komunulækna at blíva potað. Potingarnar verða gjørdar við vattpinnum í næsagluggunum, svølginum, aftanfyri kynsgøgnini og frá eksemi, um tygum hava tað. Er okkurt ólekt sár, verður potað frá tí eisini.
Kommunulæknarnir eru kunnaðir um mannagongdina, so tað er nóg mikið, at tygum og avvarðandi tygara upplýsa fyri læknanum, at tit skulu kannast fyri MRSA, tí at tygum skulu í viðgerð á Landspítalinum í Íslandi.
Um tygum eru í ambulantari viðgerð, verða potingarnar gjørdar í ambulatoriinum. Avvarðandi skulu tó fara til kommunulæknan.
MRSA eru stafylokokkar, ið hava mótstøðuføri fyri tí antibiotikanum, ið vanliga verður brúkt til viðgerð av bruna, ið stavar frá stafylokokkum. MRSA er sera sjáldsom bæði í Íslandi og í Føroyum, og tað er just fyri at forða, at hon verður spjadd, at íslendsku heilsumydugleikarnir krevja, at fólk verða potað.
Tað er lítið hugsandi, at tygum hava hesa bakteriuna, men skuldi tað víst seg, er hon løtt at týna, men avleiðingin kann verða, at viðgerðin á Landsspitalínum verður útsett nakað.
Vit fara at heita á tygum um at gera hesar kanningarnar. Potað verður frá næsagluggum, svølgi, perineum, eksemi um tað er og frá sárum. Kolpotipinnar skulu brúkast. Ein seðil skal verða fyltur út fyri hvørt potingarstað. Tað mýkir munandi um mannagongdina í rannsóknarstovuni um skriva verður á seðlarnar: Til kanning fyri MRSA.
Utanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum
