Ferð og uppihald

Føroyska Heilsumálaráðið hevur gjört ein bókling, ið m.a. greiðir frá gjaldinum fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur hjá sjúklingum, sum verða vístir til sjúkraviðgerð uttanlands.

Ferðaseðil
Ferðaseðilin til Ísland og heim aftur fáa tygum ókeypis.  Fyri børn undir 17 ár, fær annað foreldur somuleiðis ókeypis ferðaseðil.

Frá búðstaði ella Landssjúkrahúsinum til Vágarnar
Tá sjúkrabilur ikki verður nýttur endurrindar Landssjúkrahúsið rutugjald frá nærmasta bussteðigiplássi við heimstaðin og til Vágarnar.
Landssjúkrahúsið í Føroyum skipar fyri- og rindar ferðina og uppihaldið. Uppihaldið á sjúklingahotellinum verður goldið frá degnum fyri, at sjúklingurin skal møta til viðgerðir ella kanningar, og til hesar eru lidnar. Øll onnur avvarðandi, sum ikki eru ávístir fylgjarar, kunnu búgva á hotellinum, um pláss er, við at rinda sambært yvirlitinum.

Heimferð
Vanligur  ferðaseðil er goldin heimaftur, tó er neyðugt at bíleggja við Atlantic Airways. Til ber eisini til at bíleggja sær pláss á Uttalandstænastuni á Landssjúkrahúsinum, ella á skrivstovuni hjá fyristøðukvinnuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

Uttalandstænastan
Tlf. 304500 lokal 1150, 1151, 1152
Telefontíð er mánadag til fríggjadag kl. 08:00-12:00
Leiðari er Hergerð Heldarskarð, sjúkraröktarfrøðingur hergerd@ls.fo

Klaksvíkar Sjúkrahús
Skrivstovan hjá fyristöðukvinnuni
Tlf. 454545
Telefontíð er mánadag til fríggjadag kl. 09:00-15:00
Leiðari er Jona Nielsen, sjúkraröktarfrøðingur.

Ymiskt
Heimafturkomin skulu  ferðaseðlar og kvittanir leggjast í brævbjálvan, sum tú hevur fingið og sendast til Landssjúkrahúsið. Síðani verða útreiðslunar endurgoldnar.

Apotek og endurgjald fyri heilivág
Apotekið í Føroyum samstarvar við Landspitala apotekið, sum liggur í kjallarinum á sjúkrahúsinum. Tygum skulu brúka hettar apotekið, um eingin onnur avtala er. Almannastovan kann lata stuðul til heilivág og líknandi.
Er tað so, at sjúklingar mugu keypa heilivág uttanlands, sum stuðul longu er játtaður til, so fáa tey kostnaðin endurrindaðan.
Apotekið er opið kl. 08:00-15:30.