Føroyskt
Landspitalin er meginsjúkrahúsið í Íslandi við umleið 682 seingjarplássum. Landspítalin hevur umleið 4.500 starvsfólk, og er tí størsta arbeiðspláss í landinum. Landspitalin er ein lærdur háskúli, við høgum yrkisligum førleikum ið veitir sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum støði.
Sjúkrahúsið liggur miðskeiðis í Reykjavík og tí er stutt til alla tænastu. Sjúkrahúsleiðsluni er mannað við sjúkrahússtjóra, varastjóra og fyrisitingarstjórum.
Sjúkrahússtjóri er Björn Zöega.
Á heimasíðini hjá Landspitalinum www.landspitali.is finnur tú m.a. upplýsingar um viðgerð, deildir og praktisk viðurskifti í samband við innlegging.
Bráðfeingishjálp - Læknahjálp gerandisdagar
Telefon
- Telefonnummar er 543 1000
- Tá ringt verður á 543 1000 er møguleiki fyri ummstilling til allar deildir.
Leiðbeining á Landspitalinum við Hringbraut og Fossvogi
- Leiðbeiningin við høvuðsinngongdina tekur sær av, at leiðbeina sjúklingum og avvarðandi á Landspitalinum.
- Leiðbeiningin er opin kl. 08:00-20:00 í Fossvogi
- Leiðbeiningin er opin kl. 08:00-21:00 við Hringbraut
|
Kort - Google maps |
Vitjunartíð
Vitjunartíð er hvønn dag kl. 15:00-20:00. Kvinnudeildin kl. 18:30-20:00. Er tørvur á tí ber til at vitja sjuklingar aðrar tíðir.
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á sjúkrahúsinum.
Sølubúðir hjá Reyða Kross
Kvinnudeildin hjá Reyða krossi hevur tvær sølubúðir. Onnur er í forhøllini á sjúkrahúsinum í Fossvogi og hin í forhøllini á sjúkrahúsinum við Hringbraut (Kringlan). Sølubúðinar selja allar vanligar kioskvørður ymisk breyð við viðskera gávur og blómur.Upp og afturlatingartíðir:
-Gerandisdagar kl. 10:00-16:00
-Leygar og sunnudagar kl. 14:00-16:00
Sjálvsøla:
Kvinnudeildin hjá Reyða krossi hevur nakrar sjálvsølur í forhøllini á sjúkrahúsinum í Fossvogi og sjúkrahúsinum við Hringbraut (Kringlan) har ein kann keypa breyð, drykk og góðgæti.
